Henrik føroyameistari í billard

Føroyameistarin í billard eitur enn einaferð Henrik Pedersen. Bjarni Skaalum gjørdist nummar tvey og Jan Müller nummar trý

Billard

Henrik Pedersen vann annað árið á rað gull í føroyameistarkappingini, sum hesaferð varð spæld í Klaksvík. Hetta er hansara sætta FM heiti. Henrik vann í finaluni á Bjarna Skaalum, eisini úr Havn, sum hesaferð gjørdist júst ov stuttur at røkka sínum fyrsta føroyameistaraheiti. Nr. 3 gjørdist Jan Müller, sum vann tepurt á fyrrverandi føroyameistaranum úr Klaksvík, Kristian Suna Høgnesen.

Tilsamans 8 mans vóru við í kappingini um føroyameistaraheiti fyri staklingar, sum varð spæld í Klaksvíkar Klubba allan fríggjadagin og leygardagin. Hesaferð varð eisini høvi hjá almenninginum at síggja allar dystirnar á stórskíggja í hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag.

Eftir eina sera harða og javna kapping eydnaðist tað fýra spælarum at spæla seg til semifinalurnar. Henrik Pedersen og Kristian Sune Høgnesen spældu seg í aðra semifinaluna og Bjarni Skaalum og Jan Müller í hina.

Henrik vann á Kristian Suna við einans seks eygum á muni. Eftir ein sera spennandi dyst, har Kristian Sune var á odda stóran part av tíðini, tók Henrik dyk á seg í einum ordiligum endaspurti, honum so líkt, og legði meistaraspælaran úr Klaksvík afturum seg. Úrslitið gjørdist 690 ímóti 684. Hin semifinalan, sum varð millum báðar kaggaspælararnar Bjarna og Jan, gjørdist ikki so spennandi. Bjarni vann sannførandi við 424 eygum móti 254 eygum.

Lagt varð nú upp til eina spennandi finalu. Bjarni Skaalum, sum hoyrir til unga ættarliðið av billardspælarum, sum hava eina bjarta framtíð fyri sær, sá fyri sær møguleikan at vinna sítt fyrsta FM heiti fyri staklingar, nú hann hevur verið við til at vinna mestsum allar aðrar kappingar.

Men tað skuldi ganga øðrvísi. Henrik, sum hevur verið ósvitaliga sikkur í øllum hesum billardárinum, ruddaði eisini hesaferð keylurnar av borðinum hvørja ferð hann stoytti. Við sínum sjáldsama trygga og eleganta spæli endurvann Henrik Pedersen føroyameistaraheitið við 630 eygum ímóti 350.

Dysturin um 3. plássið gjørdist ein sannur gysari. Fleirifalt føroyameistarin frá sjeyti- og áttatiárunum Jan Müller, sum framvegis er við, dróg longra stráðið ímóti billardkempuni úr Klaksvík, Kristian Suna Høgnesen, tó at munurin var sera lítil. Tá avtornaði hevði Jan 422 eygu og Kristian Sune 398.

Føroyameistarakappingin hesaferð varð annars merkt av einum sera høgum støði, har fleiri av spælarunum, sum ikki megnaðu at koma víðari til semifinalurnar, høvdu sera stór spøl og meðaltøl. Nevnast kann at Sonhard Johannesen og Ólavur Kjølbro høvdu umleið 30 eygu í meðal fyri sínar dystir.

Besta spælið í kappingini og samtíðis eitt tað hægsta, sum nakrantíð er spælt í Føroyum, hevði Kristian Sune Høgnesen. Hann fekk 1068 eygu einum dysti. Tað er hansara persónliga met og sum skilst tað næstbesta í føroyskum billardspæli.

Í liðkappingini gjørdist Havnar Klubbi føroyameistari, meðan Klaksvíkar Billardfelag vann 2. deild.

Við hesum kappingin er billardárið komið at enda. Billardsesongin byrjar aftur í oktober mánað við tí stóru Haldor Holm Cup kappingini. Í september verður tó ein jubileumskapping í Havn, nú Billardsamband Føroya herfyri hevði 25 ár á baki.