Henrik er meistari

Venjarin hjá føroyska landsliðnum var á liðnum hjá Lyngby, sum leygardagin vann DM í old boys. Stóri spælarin var Michael Laudrup

LANDSLIÐSVENJARIN

Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, gjørdist leygardagin danskur meistari. Nú er langt síðani, at toppskjúttin á EM liðnum í 1992 var upp á sítt besta sum spælari, men leygardagin var hann á liðnum í barndómsfelagnum, Lyngby, sum vann DM finaluna fyri old boys.
Finalan var ímóti AGF, sum millum spælararnar hevði eitt nú Flemming Povlsen. Lyngby vann 4?1. Michael Laudrup, sum verður mettur at vera besti danski spælarin nakrantíð, skoraði øll fýra málini. Spælið hjá honum vísti, at hann framvegis er sera væl fyri, og venjingarstøðan er góð, tí hann venur ofta við superligu liðnum hjá Brøndby.
Henrik Larsen er ikki í heilt so góðari venjing. Michael Laudrup spældi hann eina ferð fullkomuliga blankan. Tá ið Henrik ætlaði at sneiða framvið málverjanum, var hann so óheppin at fáa bóltin í skinnabeinið, hann datt, og bólturin sprakk inn til málverjan.
? Tað var ein óslætti á vøllinum, var viðmerkingin hjá føroyska landsliðsvenjaranum!
Í hesi vikuni skulu Lyngby og AGF spæla steypafinalu fyri old boys. Tá ætla teir í AGF at vera betri mannaðir. Um teir fara at megna at syfta Michael Laudrup er ein heilt onnur søga.