Tú gerst ikki altíð sjálvur av, hvar tú hevur møguleika at verða venjari. Men tað skal eingin ivi vera um, at eg ógvuliga fegin vil vera venjari í einum felag, sum spælir í superliguni. Eg havi ambitiónir, og eg eri opin fyri øllum tilboðum, sum eg møguliga fái, sigur Henrik Larsen, sum í løtuni verður settur í samband við AC Horsens. Umframt at venja føroyska landsliðið hevur Henrik Larsen verið venjari í Ølstykke og í Køge.