Henrik vann kappingina við 7 stigum, ájavnur í stigum við enska stórmeistaran GM Gawain Jones. Mótstøðustigini vórðu avgerandi.
Helgi vann bronsu á 3. plássi við 6 stigum.
Føroyingarnir stóðu seg sum heild væl í kappingini. Tó gjørdist ikki talan um nakran norm á hesum sinni. Men tað restaði ikki nógv í at hetta kundi gerast veruleiki. Høvdu Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen fingið eitt stig afturat, hevði verið talan um ávikavíst GM og IM-norm.
Serliga eyðsýnt var avrikið hjá 17 ára gamla sandavágs unglinginum, Rógva Egilstoft Nielsen, sum telvdi framúrskarandi væl í kappingini.
M.a. sigurin á IM Tapani Sammulvou, javnleikir ímóti IM Silas Lund, GM Miroslav Grabarczyk og IM Simon Bekker Jensen innibera eina ratingframgongd uppá heili 44 ratingstig og knógvar Rógvi harvið 2100-markið á altjóða styrkilistanum.
Talvfestivalurin fevndi somuleiðis um opna kapping: Klaksvík Open.
FM Morten Weirich úr Týsklandi varð ovastur við 8 stigum. 18 telvarar luttóku í kappingini.
Herborg Hansen, úr Klaksvík, Rógvi M. Olsen, av Toftum, og Vagn Heldarskarð, úr Klaksvík, stóðu seg best av føroyingunum, við ávikavíst 5½ og 5 stigum og gjørdust nummar 5, 6 og 7.
Sí úrslit og støður á www.faroechess.com










