Ein av teimum mest umrøddu persónunum í donskum politikki, konservativi framsøgumaðurin Henriette Kjær, kunnger nú, at hon gevst sum politikari.
-Eftir at hava hugsað meg væl um, havi eg gjørt av at biðja Lars Barfoed, floksformann um at sleppa úr starvinum sum politiskur framsøgumaður. Samstundis havi eg gjørt av, at eg stilli ikki upp til komandi fólkatingsval, sigur Henriette Kjær í tíðindaskrivi.
Í seinastuni hava danskir fjølmiðlar gjørt nógv burtur úr teimum fíggjarligu viðurskiftunum hjá Henriette Kjær og sambúgva hennara, Erik Skov Pedersen.
-Øll hava rætt til eitt ávíst privatlív, men eg eri komin til ta niðurstøðu, at skal eg eisini hava hendan rætt, kann eg ikki halda fram við tí politiska arbeiðinum, sigur Henriette Kjær. Hon ger samstundis greitt, at hon vil ikki tosa við fjølmiðlarnar um avgerð sína.
Higartil hevur Henriette Kjær hildið fast um, at fjølmiðlarnir skuldu ikki avgera hennara politisku framtíð, men nú hevur hon so broytt hugsan. Fíggjarligt óskil heima við hús kostaði fyri nøkrum árum síðani Henriette Kjær starv sum ráðharri í stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen.










