Henrietta ger um seg í Týsklandi

Henrietta Nielsen er flutt eina deild upp í týskum borðtennis.

20 ára gamla Henrietta Nielsen úr Fuglafirði er við at spæla seg upp í fremru deildirnar í týskum borðtennis. Umboðandi felagið TSB Flensburg spældi hon í fjør í Oberliguni, sum er fimtbesta deildin, men hon er nú flutt upp í Regionalliga, sum er fjórðbesta deildin.


Á liði hennara í TSB Flensburg spæla eisini tvær av teimum bestu leikarunum í Danmark, so sigast má, at Henrietta, sum hevur fingið sína borðtennisuppaling í Horsens í Danmark, nú telist ímillum frægastu kvinnuligu borðtennisspælararnar í kongarríkinum.


Tað hevur gingist Henriettu væl, síðani hon varð flutt upp í Regionalliguna. Hon hevur nevniliga vunnið seks av níggju dystum, og eru tveir av sigrunum komnir í hús ímóti tí spælaranum, sum hevur verið styrkismettur nr. 1 hjá mótstøðuliðnum.


Henrietta Nielsen spælir á føroyska landsliðnum og hevur luttikið í bæði EM og HM. Komandi landsliðsuppgávur hennara vera í Arctic Open í Grønlandi komandi vár og oyggjaleikirnir á Jersey komandi summar.