26 ára gamli norski bakkurin hjá Team Esbjerg, Henny Reistad hevði eitt framúr gott ár í 2024.
Hon vann olympiskt gull og EM-gull við norska landsliðnum, og vann eisini danska meistaraskapið við Team Esbjerg.
Henny Reistad hevur spælt framúr væl, og var fult uppiborið vald at vera heimsins besti hondbóltsleikari.
Hetta er aðru ferð, at Henny Reistad fær heiðurin at gerast heimsins besta. Við DR segði Henny Reistad, at hesaferð gjørdist hon rættiliga rørd, tá hon var staðfest at vera tann besta í heiminum.