Aðalfundur var í Ferðavinnufelagnum fríggjadagin 7. mai á Hotel Føroyum.
Aleth Nielsen, Sakaris Frederiksen og Hans Jákup Kollslíð stóðu fyri vali, og øll vóru afturvald. Hetta skrivar Vinnuhúsið í dag.
– Tiltakslimurin Tórstein Christiansen takkaði fyri seg, og í hansara stað var Mimmy Vágsheyg vald, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
Nevndin í Ferðavinnufelagið hevur skipað seg soleiðis.
Henny á Líknargøtu, forkvinna
Árni Olsen, næstformaður
Aleth Nielsen
Sakaris Frederiksen
Mimmy Vágsheyg, tiltakslimur