Seinastu tíðina hevur tað verið alt meira vanligt, at útlendsk feløg sýna áhuga í føroyskum leikarum.
Eitt av teimum londum, har tað í dag eru flest føroyskir leikarar, er Ísland, og tykist møguleiki vera fyri, at enn ein føroyskur landsliðsleikari leitar norðureftir.
Talan er landsliðsleikaran, Henning Jarnsskor, sum helst man teljast millum teirra, sum kann røkja flestar uppgávur á vøllinum.
Hóast hann mest hevur verið nýttur sum vongverji á landsliðnum, hevur hann í felagshøpi røkt ymisk pláss. Sostatt hevur hann røkt flestu plássini á miðvøllinum, umframt at hann eisini hevur leikt fleiri dystir í álopinum, har hann eisini hevur sýnt gott máltev.
Sjálvur sigur Henning, at enn er langt á mál í hesum sambandi, men hann váttar tó fyri Sosialinum, at Íslendingar hava verið í sambandi við seg, og venda teir væntandi aftur í komandi viku.
Sáttmálabundin
Henning leggur tó dent á, at hann framvegis er bundin at sáttmála við GÍ, og at hann tískil ikki er fullvísur í, júst hvussu landið liggur. Hann sigur tó, at hann sjálvandi er áhugaður at fara, um tað nú kemur somikið langt.
Petur Holm, sum umboðar GÍ í slíkum málum, sigur fyri Sosialinum, at enn er langt á mál hesum viðvíkjandi.
Við tíðini hava vit verið ígjøgnum hetta fleiri ferðir, og fyrr eru vit ofta komnir longri í samráðingunum, uttan at nakað úrslit hevur spurst burtur úr.
Hann váttar tó, eins og Henning, at Íslendska liðið hevur sett seg í samband við GÍ, og at teir væntandi venda aftur til málið í komandi viku.










