Henning vann ørvin

Dart: Argja Dartfelag skipaði fyri opnari kapping farna vikuskifti

Kappingin byrjaði fríggjadagin við blandaðum tvímansleiki. 10 pør luttóku í kappingini. Í finaluni møttust Henning Thomsen og Bergitta Holm úr Argja Dartfelag móti Nikael Mortensen og Ragnfrí Johansen, somuleiðis úr Argja Dartfelag. Henning og Bergitta vunnu finaluna 4-3.

Nummar trý blivu Petur Grønagarð og Ásvør Højgaard úr Argja Dartfelag, og Bárur Olsen og Olga Olsen, somuleiðis úr Argja Dartfelag.

Fægst pílar høvdu Henning og Bergitta ? pílarnir vóru 19 í tali. Hægst útgang høvdu Petur og Ásvør, útgangurin var 127.


Tvímansleikur

Leygardagin varð kappast í tvímansleiki, 16 pør luttóku. Í finaluni spældu Alvin Egholm og Suni Rasmussen úr HR Dart móti Høgna Mikkelsen og Finn Bærentsen, somuleiðis úr HR Dart.

Hægst útgang høvdu Petur Djurhuus og Janus Jensen, útgangurin var 154. Fægst pílar brúktu Alvin og Suni. Teir brúktu bert 13 pílar, og er tað sera gott klárað í tvímansleiki.


Einmansleikur

Sunnudagin varð farið undir kappingina fyri einstaklingar. Í hesi kapping luttóku 31 mans. Vinnari gjørdist Henning Thomsen úr Argja Dartfelag. Hann spældi finaluna móti Alvin Egholm úr HR Dart. Henning vann finaluna 6-4.

Nummar trý gjørdust Nikael Mortensen úr Argja Dartfelag og Magnus Jacobsen, sum spælir við Stráluni.

Hægst útgang hevði Ulrik Krogh úr Vága Dartfelag, útgangurin var 152. Fægst pílar brúkti Alvin Egholm úr HR Dart. Hann brúkti 14 pílar.

Allir vinnararnir fingu steyp til ognar, og harafturat fekk Henning tann stóra ørvin í varðveitslu í eitt ár. Ørvurin er eitt ferðasteyp, sum kappast verður um í tíggju ár. Tað hevur verið kappast um ørvin fýra ferðir, og vinnararnir higartil eru:


1995 Petur Grønagarð

1996 Jens P. Poulsen

1997 Jens P. Poulsen

1998 Henning Thomsen


Argja Dartfelag takkar Oljufelag Føroyar fyri stuðulin.