Seinnapartin í gjár fór Henning Jarnskor til Danmarkar, har hann ætlandi skuldi venja við annað hvørt OB ella B1913.
Tá vit um middagsleitið tosaðu við Henning, var tað enn ikki endaliga avgjørt, hvat av hesum feløgum talan skuldi vera um.
Gjøgnum GÍ
Orsøkin til hetta er, at gentan hjá Henningi er flutt til Danmarkar, og sjálvur roknar hann við, at hann flytur av landinum, tá landskappingin í ár er komin at enda.
Hann er tó eisini sáttmálabundin at GÍ komandi kappingarár, og tí vilja gøtumenn royna at leiga hann út til danskt felag, tað tíð sáttmálin stendur við.
Í fyrstu atløgu verður bert steðgað tríggjar dagar í Danmark, tí longu hósdagin skal Henning vera á Svangaskarði, tá Allan Simonsen fer undir fyrireikingarnar til komandi landsliðsuppgávuna. Mánadagin komandi gongur leiðin tó aftur niður, og verður hann ætlandi til venjingar har alla vikuna.
Tey bæði feløgini, OB og B1913 eru bæði heimahoyrandi á Fjóni. OB spælir sum kunnugt í bestu donsku røðini, meðan B1913 spælir í næsbestu røðini.










