Tann kendi danski sjónleikarin Henning Moritzen er deyður av hjartasteðgi, 84 ára gamal.
Henning Moritzen var sera avhildin sum sjónleikari. Hann var við í 70 filmum og sjónvarpssendingum, og hann var eisini sera virkin á leikpallinum. Í 1998 varð hann heiðraður sum Kommandør af Dannebrog fyri sítt virksemi.
Henning Moritzen var í nógv ár giftur við sjónleikarakvinnuni Lise Ringheim.









