Formaðurin fyri Fíggjarligt Støðufesti, Henning Kruse Petersen, fer nú frá. Eftir fýra ár sum formaður hevur hann tikið upp eftir 11 krakkaðum bankum.
- Nú havi eg havt hesa uppgávuna í fýra ár, um vit rokna Roskilde Bank við, og eg haldi, at tey flestu skilja, at tað hevur verið tyngjandi, sigur Henning Kruse Petersen við ekstrabladet.dk.
Hann hevur staðið á odda fyri Finansiel Stabilitet, sum framman undan kallaðist Afviklingsselskabet íðani 2008, tá Roskilde Bank fór av knóranum.
Ein av teimum 11 bankunum, sum Henning Kruse Petersen hevur verið við til at avvikla, er føroyski Eik Banki.