Henning fer til B1913

Nýggju ásetingarnar í Danmark høvdu við sær, at tað ikki bar til hjá GÍ landsliðsmanninum at vera við ímóti B68

Henning Jarnskor ætlar nú at royna fótbóltsevnini í næstbestu donsku deildini. Hann fer við landsliðnum til Sveis í annaðkvøld. Landsliðið flýgur beinleiðis til Sveis, og teir flúgva beinleiðis heimaftur eftir dystin í Jugoslavia annað mikukvøld. Tá kemur Henning Jarnskor heim við, men steðgurin verður heilt stuttur.

Henning Jarnskor hevur vant eitt sindur við B1913 í Odense, og hann ætlar sær at fara aftur hagar í aðru viku. Talan er ikki um yrkisfótbólt og yrkissáttmálar.

B1913 er í miðjuni í næstbestu deildini. Í vikuskiftinum vunnu teir 3?0 á útivølli ímóti FC Aarhus.

? Teir venja fýra ferðir um vikuna, men teir venja eitt sindur longri, enn vit í GÍ plaga at gera. Flestu spælararnir eru ungir. Um teir av álvara gera um seg, so kemur OB ella eitt annað av feløgunum í superliguni beinanvegin og bjóðar teimum sáttmála, sigur Henning Jarnskor. Hann kendi seg vælkomnan í B1913, og hann heldur ikki, at tað er ómøguligt hjá honum at stríða seg til eitt pláss á besta liðnum.

Orsøkin til at Henning ikki spældi á Svangaskarði leygardagin er, at nú siga ásetingarnar í Danmark, at tað er ikki loyvt hjá einum spælara, sum hevur verið við í síðsta umfarinum í einum øðrum landi, at flyta í donsku kappingina fyrrenn eftir 1. januar. Tað vil við øðrum orðum siga, at um Henning hevði spælt við GÍ leygardagin, so hevði hann ikki havt møguleika at spæla í Danmark fyrrenn eftir ársskiftið. Danska kappingin fer í vetrarfrí um miðjan november.