Hennara hátign í bingjuni

Hendan myndin av Tróndi og Borgný Patursson, sum saman við Margrethu drotning eru avmyndað framman fyri ta umdiskuteraðu bingjuna, er tikin í 1996 á Container 96 framsýningini, sum »Bládýpið« hjá Tróndi Patursson upprunaliga varð gjørd til.

Á hesi framsýning vóru nógv listafólk úr ymiskum londum biðin um at prýða og listarliga viðgera eina bingju, og bingjurnar vórðu síðani framsýndar í Keypmannahavn í sambandi við, at Keypmannahavn var mentanarbýur hetta árið.
Margreta drottning var millum tey mongu, sum vóru serliga hugtikin av kosmisku bingjuni hjá Tróndi Patursson. Á myndini síggja vit, tá drotningin vitjaði bingjuna, ið hómast aftan fyri listamannin.
Sum skilst kemur listáhugaða drottningin til Føroya í summar og ikki er óhugsandi, at hon vitjar Listasavnið. Men stendur tað til savnsstjóran, má hon leita sær oman á keiina, skal hon enduruppliva Bládýpið.