Henke ávaraði

Sviar vóru ovurfegnir eftir 5-0 sigurin á Bulgaria í gjárkvøldið, men stóra stjørnan á liðnum, Henke Larsson, bæði sviiar sláa kalt vatn í blóðið.
? Hetta var eitt sera gott úrslit, men hetta er bara fyrsti dysturin, og vit mugu ikki verða tiknir á fótum. Tað er langur vegur eftir enn. Í kvøld kunnu vit njóta sigurin, men í morgin mugu vit hugsa um næsta dystin, segði Henke Larsson eftir dystin, har hann gekk undan við tveimum málum innanfyri tveir minuttir.
? Alt liðið spældi sera væl, og eg kann ikki minnast, at eg havi spælt við í einum so undirhaldandi dysti hjá Svøríki, segði Henke Larsson.