Landskrona er eitt ógvuliga fótbóltssøguligt stað fyri bæði føroyskan og eysturríkskan fótbólt. Og nú hevur fremsta liðið í Landskrona, Landskrona BOIS skrivað undir sáttmála við svensku fótbóltslegendina, Henrik ?Henke? Larsson, sum skal venja liðið komandi kappingarár.
Landskrona BOIS spælir í næstbestu svensku fótbóltsdeildini komandi kappingarár, og hetta kappingarárið skal Henke Larsson verða partur av spælarahópinum.
- Enn havi eg onga venjaraútbúgving, men hana ætli eg mær at taka komandi ár, sigur Henke Larsson við svenskt sjónvarp.
Landskrona BOIS varð stovnað í 1915, men felagið hevur ongantíð vunnið svenska meistaraheitið. BOIS vann svensku steypakappingina í 1972 fyri fyrstu og einastu ferð. Liðið hevur ikki verið í bestu fótbóltsdeildini síðani 2005.
Henke Larsson hevur havt eina framúrskarandi yrkisleið, har hann hevur skotið nógv mál fyri Feyenoord, Celtic, Barcelona og Helsingborg. Eitt stutt skiftið á vári í 2007 spældi Henke Larsson eisini í Manchester United. Henke Larsson hevur vunnið sjey meistaraheiti í Skotlandi, Spania og í Onglandi. Hann vann eisini HM-bronsu við Svøríki í 1994.