Henke meldaður til løgregluna

Størsta stjørnan í svenskum fótbólti í nýggjari tíð er komin í eina sera keðiliga støðu. Álopsspælarin, sum nú spælir fyri Helsingborg heima í Svøríki, smekkaði til ein spælara hjá Elfsborg undir einum dysti leygardagin, og tað fær nú fylgjur. Áskoðarar til dystin hava nevniliga meldað Henke fyri at hava sligið Elfsborg-spælaran, sum mátti fara av vøllinum eftir hendingina. Dómarin sá ikki tilburðin, men svenska TV4 hevur upptøkur av slagnum hjá Henke. Løgreglan í Helsingborg váttar, at onkur hevur meldað eina harðskapshending í einum fótbóltsdysti leygardagin.