Í dag skal Henke Larsson hava sína fyrstu venjing í nýggja felagi sínum, Helsingborg, har hann ætlar sær at enda sína yrkisleið sum fótbóltsspælari. Henke Larsson hevur gjørt mál í hópatali fyri feløg sum Celtic og Barcelona, men nú er hann komin heimaftur til barndómsfelagið at spæla. Roknað verður við, at fleiri túsund áskoðarar møta til venjingina hjá Helsingborg í dag.- Vit hava merkt sera stóran áhuga frá sponsorum og viðhaldsfólki, og vit lata stadionið upp til venjingina. Tað rúmast 3500 áskoðarar á stóru tribununi, og vit rokna við, at hon verður full av fólki, sigur Frederik Ericsson, talsmaður fyri Helsingborg IF











