Líkt er til, 37 ára gamli svenski fótbóltsspælarin Henke Larsson heldur fram at spæla fyri Helsingborg. Felagið váttar, at tey eru í samráðingum við Henke um at leingja sáttmálan, sum gongur út í ár. Annars hava tíðindi verið frammi um, at feløg í Onglandi hava verið áhuga í gera sáttmála við veteranin, sum áður hevur spælt fyri feløg sum Celtic, Barcelona og Manchester United.