Tó var einki óvanligt á fundinum. Felagið vildi bara sláa fast, at nú er 35 ára gamli áleyparin aftur í hópinum. Hann hevur seinastu tríggjar mánaðirnar verið útleigaður til Manchester United, og hóast Sir Alex Ferguson og fleiri leikarar hava roynt at yvirtalað hann, so er Henrik Larsson nú aftur í heimlandinum.
Lýsingagrein









