Henge vann útboðið

Gjørt 7 ára avtalu um skúlabusskoyring við Kvívíkar kommunu

Næstu sjey árini verður tað Henge Isaksen, ið fer at røkja skúlabusskoyringina hjá Kvívíkar kommunu. Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni, aftaná at sáttmáli er undirskrivaður millum partarnar.

- Henge Isaksen, sum er búsitandi í Kvívík, hevði lægsta tilboðið, og kommunan hevur tískil gjørt 7 ára langa avtalu um skúlabusskoyring við hann. Henge Isaksen hevur drúgvar royndir við busskoyring, skrivar kommunan.

Bussleiðin bleiv bjóðað út, tí ónøgd var við longu bíðitíðina hjá teimum næmingum, ið ganga í framhaldsdeildini í Vestmanna.

Nýggja bussleiðin byrjar 4. november og verður ferðaætlanin løgd út á heimasíðuna hjá kommununi.