Hendur sum lekja og linna

Í seinastu viku varð hildið skeið í Saltangará í einari viðgerð, ið nevnist Taktil Stimulering. Taktil merkir at nerta við. Tey, sum eru sjúk, skadd ella bera brek, hava serliga nógv brúk fyri at verða stimbraði gjøgnum húðina, sum er okkara størsta lívgagn


Øll hava vit brúk fyri at verða hildin um, kelaði og kínd. Men summi eru so illa fyri, at tey ikki sjálvi duga at søkja nærleika við onnur menniskju. Og tað eru júst hesi, sum allarmest hava brúk fyri tí stimbran, sum kropskontakt gevur.
               Í seinastu viku vóru svensku systrarnar, Birgith Grundberg og Eivor Rasmussen og hildu eitt 5 daga skeið í tí, sum verður kallað Taktil Stimulering.
               Taktil stimbran er sinnisvenjing, og kann nýtast í dagligu umsorganini at styrkja heilsu og vælveru.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Húðin er okkara størsta sálar- og lívgagn. Við at nerta við húðina á tilvitaðan og skipaðan hátt, verða evni útloyst í kroppinum, sum geva eina sera positiva ávirkan, serliga hjá fólki við ymiskum brekum.
 
Einfalt og munagott
              
Við hesi sera einfaldu viðgerð, ber til at økja um kropsfatina, styrkja immunverjuna og minka um strongd. Hetta eru bert nøkur fá av positivu árinunum, tá strokið verður eftir húðini.
               Tørvurin á stimbran gjøgnum húðina økist við sjúku, skaða og breki.
Tað er Lív Joensen, heilsusystir við Runavíkar skúla, ið tók stig til at skeiðið varð hildið í Føroyum. Á skeiðnum luttóku, sjúkrasystrar, lærarar, pedagogar og stuðlar, sum dagliga arbeiða við fólki, ið bera brek.
Lív las um hesa viðgerð í blaðnum, Sygeplejersken. Síðani kannaði hon møguleikan at sleppa á skeið og søkti um stuðul frá Sernámsdeplinum, sum játtaði.
Tað vóru 8 luttakarar á skeiðnum, ið varð hildið í húsunum hjá Eldrafelagnum Nón í Saltangará. Tey skulu øll upp til roynd í juni. Tá tey hava verið til roynd og kunnu kalla seg, Berøringspedagogar, hava tey loyvi at nýta hesa viðgerð.
Vilt tú vita meira um hesa einfaldu og munagóðu viðgerð, far so inn á, www.beroring.se.