Hendur og Hugflog í ítróttarhøllini

Søluframsýningin Hendur og Hugflog verður aftur í ár í ítróttarhøllini á Hálsi vikuskiftið undan ólavsøku

 

Framsýning

Eins og undanfarin ár verður aftur í ár skipað fyri framsýningini Hendur og Hugflog, har fólk fara at sýna fram ymiskt heimavirki.

Framsýningin er vorðin ein traditión vikuskiftið undan ólavsøku. Hon verður relguliga hildin í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Framsýnignin byrjar í ár fríggjadagin 20. juli og er opin til sunnudagin 22. juli.

Latið veðrur upp fríggjadagin tann 20. juli klokkan 15, og sjálv stevnan verður sett klokkan 16.

Klokkan 18 verður harmonikutónleikur at hoyra, og klokkan 20 letur framsýnignin aftur. Latið verður aftur øll kvøldini klokkan 20.

Leygardagin verður latið upp klokkan 14, og tá eru eisini ymsar aðrar, serliga framsýningar at síggja. Dansiframsýning er. Tvær móta- og vørusýningar, eins og føroyskur dansur eisini verður sýndur fram leygardagin.

Sama skráin er sunnudagin. Tó veðru býtt eitt sindur um upp á dansi- og mótasýningarnar.

Framsýningin Hendur og Hugflog letur aftur sunnukvøldið klokkan 20.oo.