Fólk, ið fáast við at virka ymiskt, syndu fram vørur.
Tað er ikki treyt, at vørurnar skulu vera virkaðar úr føroyskum tilfari, bert skal framleiðslan vera føroysk.
Nógv fólk løgdu leiðina niðan í høllina. Í fjør vitjau um 3.300 fólk stevnuna. Talið í ár var nakað tað sama.
Ymiskt á skránni
Nógv forvitnisligt var at síggja í teimum ymsu básunum. Gestaframsýnarin, Erik Olsen, tók øll á bóli við vøkru brúkslist síni. Erik er ættaður úr Rituvík, men hevur búð 25 ár í Íslandi, haðani konan er, og nú búgva tey í Danmark, har tey hava búð í 19 ár.
Ymiskt til undirhalds var á skránni, tónleikur, ballettdansur og eisini dansaði Tøkum Lætt føroyskan dans, har vitjandi høvdu møguleika at fara uppí ringin.
Mótasýning var eisini og sjálvsagt vóru framsýndu pløggini virkaði í Føroyum.
Ætlandi verður framsýningin afturvendandi tiltak, har tátturin við gestaframsýnara eisini verður fastur táttur.