Hann hevur røkt uppgávuna sum vinstri bakkur hjá HB í hesum kappingarárinum, hóast hann undanfarnu árini hevur gjørt vart við seg sum framherji.
Hendrik Rubeksen væntar, at hann fær ein leiklut í landsdystinum móti Estlandi mikukvøldið. Tað er ikki vist, um Einar Hansen, sum vanliga spælir vinstri bakkur, fer at spæla við fullari megi. Hann er smáskaddur.
- Eg vænti, at eg fái ein lítlan leiklut. Eg havi staðið meg væl í hesum kappingarárinum, men úttøkan kemur óvart á meg, sigur Hendrik Rubeksen.










