Tað, ið eftir er av hesum kappingarárinum, fer Hendrik Rubeksen at spæla við GÍ. Hetta gjørdist greitt í kvøld, tá ið leigusáttmáli varð undirskrivaður fyri restina av kappingarárinum.
Hetta er triði áleyparin, sum fer úr AB innan fáar vikur. Fyrstur fór Súni Fríði Barbá til FS Vágar 04, síðan Tummas Hans Rubeksen til B36, og nú altso bróður Tummas Hans, Hendrik Rubeksen, til GÍ.
Henrik Rubeksen verður við á skerda GÍ-liðnum, sum í morgin kl.16 fær vitjan av VB/Sumba í Sarpugerði.










