Løgtingið sleppur nú undan at taka støðu til, hvussu tað føroyska stavraðið skal vera.
Hendrik Old, tingmaður, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at fáa stavirnar c,w,q,z og x við í føroyska stavraðið.
Uppskotið er eldfimt og tað kom eisini til sjóndar, tá ið løgtingið viðgjørdi tað.
Fyrstu ferð, løgtingið viðgjørdi málið, vardi orðaskiftið í tímavís.
Ætlanin var at løgtingið skuldi atkvøða um málið í kvøld og í hesum sambandi var aftur drúgt orðaskifti um tað.
Men eftir at løgtingið hevði viðgjørt málið í einar tveir tímar, tók tað brádliga ta óvæntaðu vend, at Hendrik Old tók tað aftur.
Sostatt datt uppskotið burtur og kemur slett ikki til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum.
Hendrik Old sigur, at hann tók uppskotið aftur, eftir at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, staðiliga vísti á, at eitt slíkt mál hoyrir ikki heima í Løgtinginum. Løgtingið hevur sett eitt málráð at taka støðu til stavraðið og tískil er hetta ein spurningur, løgtingið ikki eigur at leggja seg út í. |
Sostatt fer Løgtingið ikki at leggja seg út í málspurningin.