Hendrik Old má boyggja seg

TILFEINGISGJALD Hendrik Old má boyggja seg fyri, at Javnaðarflokkurin nú hevur samtykt, at vit skulu hava tilfeingisgjald, men hann fær sjálvandi høvi at ávirka, hvussu tað skal skrúvast saman, sigur Aksel V. Johannesen. floksformaður

- Hetta mugu vit øll boyggja okkum fyri og tað má Hendrik Old eisini.
Aksel V Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum staðfestir, at nú flokkurin hevur samtykt á landsstevnu leygardagin, at tilfeingisgjald skal setast í gildi, er tað greitt, at hetta verður politikkurin hjá flokkinum framyvir.
Hann leggur dent á, at tá ið tosað verður um tilfeingisgjald, er bæði talan um gjald fyri rættindini at fiska og rættindini at ala.
Javnaðarflokkurin heldur, at syndarliga støðan í fiskivinnuni vísir, at skipanin, sum nú er, kann ikki halda fram, tí undir hesi skipanini er avreiðingarvirðið lækkað fleiri hundrað milliónir, fiskurin, sum verður avreiddur er í stóran mun undirmálsfiskur og fíggjarliga ekur ein stórur partur av flotanum á knøunum.
- Landsstevnan er hægsti myndugleiki í Javnaðarflokkinum og vit mugu øll geva okkum undir tær samtyktir, sum verða gjørdar har.
Men formaðurin staðfestir samstundis, at í samtyktini verður onki sagt um, hvussu hetta tilfeingisgjaldið skal verða skrúvað saman.
- Sostatt fáa øll, sum mynda flokkin eisini høvi til at ávirka, hvussu hetta tilfeingisgjaldið skal verða sett saman.

Ongin forðing
Aksel V. Johannesen vísir á, at helst eru ójavnar meiningar í øllum flokkum um tilfeingisgjald og tí heldur hann ikki, at hetta er nakað serstakt fyri Javnaðarflokkin.
Og tískil dugir heldur ikki at síggja nakra forðing fyri, at Hendrik Old stillar upp fyri Javnaðarflokkin, hóast hann er grundleggjandi ósamdur við samtyktina í flokkinum um, at tey, sum troyta okkara náttúrutilfeingi, skulu nú gjalda fyri hesi rættindini.
- Hendrik Old hevur brúkt alt sítt lív upp á Javnaðarflokkin og hann er samdur við tí allarmesta av okkara politikki.
- Og hann fer sjálvandi eisini høvi til at føra síni sjónarmið fram og at ávirka, hvussu tilfeingisgjaldið skal setast saman, sigur Aksel V. Johannesen.
Tað er eitt mál, vit fara at taka upp í flokkinum í næstu framtíð,
Hann leggur afturat, at tilfeingisgjald er eitt mál, sum øll hava sterkar meiningar um og skal tað eydnast at seta eina skipan við tilfeingisgjaldi í verk, má tað vera í tøttum samstarvi við vinnuna.
Hann leggur afturat, at tað verður ikki fyrrenn skipanin, sum nú er galdandi, fer úr gildi í 2018, at ein skipan við tilfeingisgjaldi verður sett í verk.
- Men skal tað eydnast vinnuni at fyrireika tað, er tað rættiliga skjótt at tað má verða greitt, hvussu skipanin skal síggja út.
Les eisini greinina: Eg má royna at tosa Javnaðarflokkin til fornuft og greinina: 5%