Enn er eingin tíðarætlan løgd fyri, nær farið verður undir at gera nýggja innkomuvegin til Havnar, sum skal gerast í sambandi við, at Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu. Tað staðfestur Hendrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum.
Men hann leggur afturat, at hann hevur avtalað við Tórshavnar kommunu og Landsverk um at partarnir skulu seta seg saman skjótast gjørligt at leggja eina tíðarætlan fyri arbeiðið.
Tað nærkast við sjeymílaferð, at koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin og í tí sambandi hevur tað leingi verið greitt, at tað verður neyðugt at gera nýggjar veg fyri at ferðsluruðuleiki ikki skal taka seg upp av tí nógvu ferðsluni, sum tá fer at vera til og úr Havn. Tí vildi Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu málið liggur.
Hendrik Old sigur at í oktober í 2016 skrivaði Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommuna undir eina avtalu um vegin.
Tá varð mett, at vegurin fór at kosta 166 milliónir krónur, og Hendrik Old sigur, at av teimum skuldi landskassin rinda 115 milliónir krónur, Tórshavnar Kommuna skuldi rinda 24 milliónir krónur, og felagið, sum ger undirsjóvartunnilin, skuldi bera 27 milliónir av útreiðslunum.
Men síðani kom stígur í og ein orsøk til tað var, at Tórshavnar Kommuna vildi kanna møguleikan fyri at leggja ein part av vegnum í ein tunnil
Landsverk metir, at verður ferðslan og kostnaðurin sett upp ímóti hvørjum øðrum, færst mest burtur úr at gera veg heldur enn tunnil. Tað er Hendrik Old ikki samdur í, men hann tekur kortini undir við, at talan skal vera um ein veg, heldur um ein tunnil. Tískil heldur hann fast við avtaluna, ið er gjørd við Tórshavnar kommunu.
Og nú skulu partarnir so seta seg saman at leggja eina tíðarætlan fyri arbeiðið at gera vegin. Her skal kortini leggjast afturat, at í Sosialinum 21. mars, vístu bæði Landsverk og Hendrik Old á teir væntaðu ikki, at vegurin verður liðugur, tá ið Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu um tvey ár.