Hendrik gjørdi gott hál

HB hevur í kvøld við 5-1 heimasigri á TB tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

Christian Høgni Jacobsen skoraði tvey mál í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki varð Christian Høgni útskiftur orsaka av smásnuddi. Hendrik Rubeksen kom á vøllin, og hann tók av møguleikanum.

Andrew av Fløtum økti til 3-0 í 57. minutti við brotssparki, og so skoraði Hendrik Rubeksen tvey mál - í 71. og 87. minutti.

Fyrrverandi HB spælarin Jóhan E. Mouritsen hevði undan fyrra málinum hjá Hendriki minkaði um munin til 4-1 við brotssparki í 82. minutti. 5-1 favorittsigur til HB í Gundadali.