Ein hópur av ferðafólki er komin til Nólsoyar í dag, samstundis sum bæði gómur og brúður vórðu heintað óvæntað til polterabend.
Ein hendingarríkur dagur í Nólsoy í dag.
Hann byrjaði við, at menn fóru á fjall í Heimaruhelvt, og tá teir fóru av rættini aftur, møttu teir einari rúgvu av ferðafólki, sum hevði tikið bátin um fjørðin klokkan 12.30. Alt fólkið sá út til at leggja í hagan við Jens Kjeld, Jensen sum ferðaleiðara.
Á vegnum møttu fjallmenninir eisini einum bólki upp á eini 10-11, sum var úti at feira polterabend við komandi brúðurini. Tey høvdu verið eftir henni longu frá morgunstundini av.
Seinni um dagin, tá fjallmenninir vóru komnir eitt sindur fyri seg, var eisini gómurin avheintaður, og so fekk hann sítt fyri eisini.
Veðrið hevur eisini verið av tí allarbesta allan dagin, so tað hevur veirð ein góður dagur at halda allar hesar aktivitetir í úti í Nólsoy.
Myndina hevur Evy Toftegaard Nielsen tikið.