Hendir ikki aftur fyrr enn 8. oktober 2033

Mánanáttina verður fyrstu ferð síðani 1982, at supermáni og mánamyrking vera samstundis.

- Sambært NASA hendir hetta ikki serliga ofta. Í 1900talinum er tað bert hent 5 ferðir: í 1910, 1928, 1946, 1964 og 1982. Tað fer ikki at henda aftur fyrr enn 8. oktober 2033.


Tað sigur Hanus Kjølbro, nú føroyingar mánanáttina kunnu uppliva eina mánamyrking, har mánin samstundis er ein supermáni.


Hanus Kjølbro greiðir frá, at ein mánamyrking er, tá jørðin er ímillum sólina og mánan og skuggar harvið fyri sólarljósinum.


- Ein mánamyrking er eitt fyribrigdi, sum er, tá ið jørðin er ímillum sólina og mánan, soleiðis at jørðin forðar sólarljósinum at raka beinleiðis á mánan. Vit kunnu siga, at jørðin skuggar fyri sólarljósinum, líkasum vit halda hondina upp fyri eyguni, tá ið sólarljósið er ov nógv. Sólarljósið verður tó ikki forðað heilt - tað bendist í lufthavinum, sum liggur um jørðina, soleiðis at partar av sólarljósinum tað rakar mánan. Bert tann reyði parturin av ljósinum bognar - tí sæst mánin vera reyður.


Tað, ið ger hesa mánamyrkingina uppaftur meira sjáldsama er, at mánin samstundis er ein sokallaður supermáni.


- Mánin hevur ikki altíð somu frástøðu til jørðina. Frástøðan er 406.740 km, tá ið mánin er longst burtur frá jørðini; 356.410 km tá ið mánin er næstur jørðina. Umleið 14 dagar eru ímillum, at mánin er longst burtur frá jørðini, til hann er næstur jørðini. 28. hvønn dag er fullmáni - ella full sól, sum tað eisini eitur. Tá sæst mánin allur sum hann er - trillrundur.


- Er mánin næstur jørðini samstundis sum hann er fullur, tykist hann vera stórur, sæddur frá jørðini. Nøkur brúka tá heitið supermáni um mánan, men hevur tað ikki verið vanligt at siga í Føroyum.


Fyri tey, ið orka at vera vakin í mánanáttina, so kann talan gerast um eina vakra uppliving.


- Mánamyrking er eitt flott upplivilsi. Tað er heilt serligt alt sum tað er - mánin skiftir lit. Vit eru von við at síggja hann hvítan/gráan við myrkum blettum. Tá ið mánamyrking er, er mánin reydligur. Ljósspælið er eisini flott, sigur Hanus Kjølbro.