Hendingarríkur mánadagur í Real Madrid

Nýggjur spælari er keyptur og lyklaleikari hevur longt um sáttmálan

Gjøgnum alt summarið hava leysasøgur gingið um, at miðverjuleikarin hjá Real Madrid, Sergio Ramos, hevur verið ónøgdur í felagnum og tískil vildi burtur. Serliga hevur verið nevnt, at Ramos og David de Gea møguliga kundu býtt um felag, men í dag er staðfest, at hetta helst verður av ongum.

 

Real Madrid kunnger nevniliga, at Ramos hevur longt um sáttmála sín við spanska kongafelagið. Nýggi sáttmálin hjá spanska miðverjanum er galdandi til og við 2020.

 

Eisini kunnger Real Madrid, at styrkur er keyptur til miðvøllin. Talan er um 21 ára gamla Mateo Kovacic, ið er ættaður úr Kroatia og kemur úr Inter. Kovacic er sentralur miðvallari.