Sirkus niðri í Vágsbotni er farið undir at hava nakrar fastar
hendingar um vikuna. Ein av teimum er filmskvøld hvørt týskvøld, ið tey kalla Sirkus Bio.
Fyrsti filmuri var sýndur í kvøld, og var hann um konsertferð hjá Sigur Rós. Næsti filmur verður komandi týsdag.
Vín og osta tilboð og live tónleikur
Aðrar vikuligar hendingar, ið Sirkus hevur frá nú av og frameftir, er Red, White & Cheese hvørt mikukvøld, har tey hava tilboð uppá reytt- og hvíttvín, umframt keks og ostar, um man hevur hug. Hósdagar er live tónleikur á skránni við ymsum tónleikabólkum, og í vikuskiftunum eru tað bestu diskararnir bæði her á landi, ið eiga pallin.