Um vikuskiftið hevði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar aðalfund. Hetta var fyrsti aðalfundurin við nýggja navninum, og annað árið í trý ára setuni hjá nevndini í felagnum.
Eini hundrað limir vóru møttir upp á aðalfundinum, og metir felagið hetta vera sera gott, av tí, at talið á virknum limum er 585. Havast skal so eisini í huga, at limirnir arbeiða jú døgnið runt, hvønn dag í vikuni og eru kring allar Føroyar, so tað ber ongantíð til at savna allar saman.
Felagið sigur, at farna árið hevur verið hendingaríkt og sera spennandi og krevjandi ár.
Nýggja sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin, navnabroytingin og sáttmálasamráðingar hava fylt ein stóran part av árinum.
Útbúgvingin
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar metir, at nýggja útbúgvingin er eitt stórt framstig, helst tað størsta hjá sjúkrarøktini í nýggjari tíð, og samstundis eisini ein stór avbjóðing.
Eftir nýggju lógini er útbúgvingin nú fýra ár til longdar og er býtt sundur í lestrarhálvur. Hon endar við eini bachelorverkætlan, og soleiðis fær tann sjúkrarøktarfrøðingalesandi bachelor heitið, tá prógvið er lokið. Sjálv útbúgvingin fer fram á Sjúkrarøktafrøðiskúla Føroya í samstarvið við Fróðskaparsetur Føroya, sum skal tryggja vísundaliga støði í bachelor útbúgvingini. Við nýggju lógini verður útbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði í Føroyum viðurkend sum akademiskt disiplin, og tað fegnast tey í felagnum um.
Í oktober mánaði í fjør fekk felagið, sum áður æt Sjúkrasystrafelag Føroya, nýtt heitið. Avgjørt varð á eykaaðalfundi, at nýggja navnið skuldi vera Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Felagið sjálvt fegnast um nýggja heitið, og við tað, at orðið »systir« ikki longur er við, so verður eisini latið upp fyri monnunum, so spennandi er at vita um teir nú fara at gerast fleiri í tali.