Hendiligt óhapp á Fuglafirði

- Talan var helst um eitt hendiligt óhapp, tá kypriotiska farmaskipið fór á land í Fuglafirði leygardagin. Tað heldur Fuglafjarða kommuna í grein á síni heimasíðu Av eini ella aðrari orsøk kom Forline I, sum farmaskipið kallast, ov langt inn á fjørðin, áðrenn tað eftir ætlan skuldi venda og leggja at skipi, sum lá við bryggju.

Tá kypriotiska farmaskipið var komið inn á fjørðin, setti skiparin meira ferð á fyri á tann hátt at venda skipinum.

- Men ov seint var, og Forline I rendi kúlustevnið inn í bryggjuna undir Vónavirkinum.

Heimasiðan skrivar, at nakað av skaða kom á kúlustevnið, og sjógvur sprændi úr einari rivu.

- Talan var um fremsta barlasttangan, sum var vorðin hol og trýstið, sum komið var av skaðanum har frammi, var orsøkin til sprænin. Vatntætt skott er har frammi, og vandi var tí ikki fyri, at sjógvur skuldi koma inn í skipið haðani, skrivar heimasíðan.