Hendan vikan er Diversity Week í Havn

Fyrstu vikuna í oktober er Diversity Week í Havn. Annika Olsen setti átakið í gjárkvøldið, og endamálið við átakinum er at varpa ljós á mentanarliga fjølbroytni í Tórshavnar kommunu og at styrkja huglagið millum núverandi íbúgvar og framtíðar tilflytarar.

 

Siri Tórgarð, ið er integratións samskipari í Tórshavnar Kommunu og fyriskipari av átakinum Diversity Week, sigur, at íblásturin til átakið, er at tað er umráðandi at vísa á, at føroyska samfelagið er og verður meira fjølbroytt.

 

Diversity Week varð fyri fyrstu ferð í 2016, og er hetta aðru ferð, at tað verður skipað fyri átakinum. Tó er hetta fyrstu ferð, at Siri Tórgarð skipar fyri Diversity Week.

 

– Tað er umráðandi, at vit skapa ein skipaðan leist í mun til integratión soleiðis, at vit tryggja lívsgóðskuna hjá tilflytaranum, og soleiðis at tilflytarin ikki er sleptur í eitt ókent samfelag. Tað er eisini umráðandi at varpa ljós á, hvat tilflytararnir leggja í føroyska samfelagið, og hvussu vit sum samfelag kunna taka ímóti tilflytarum, soleiðis at teir hava eina hjálpandi hond, tá tað snýr seg um integratión á arbeiðisplássum, skúlum, barnagørðum, sigur Siri Tórgarð.

 

Í kvøld klokkan 19.00 ber til at hoyra søgurnar frá Julianu, Janet, og Kalpanu um, hvussu tær upplivdu at flyta til Føroyar. Tað verður Sissal Kampmann, ið prátar við tær tríggjar. Tiltakið verður á Tjóðpalli Føroya og er ókeypis.

 

Átakið bjóðar eina fjøbroytta skrá við tiltøkum, samrøðum, konsertum o.ø . Til ber at fylgja við á facebook síðuni hjá Diversity Week her: https://www.facebook.com/diversityweektorshavn/

 

Her sæst eitt yvirlit av skránni á føroyskum: https://www.torshavn.fo/get.file?ID=3204