Fólk eru ør eftir at ogna sær ein sokallaðan "fidget spinner". Lítla tólið, sum hildið verður millum fingrarnar, varð upprunaliga útviklað til tey, sum hava ADHD og trupulleikar við at savna seg, men er nú so mikið væl umtókt, at fólk, sum ikki hava serligan tørv á tí eisini vilja ogna sær eitt slíkt tól.
Fidget Spinnarin verður hildin millum fingrarnar, og skal eitast at hjálpa tær við at hugsavna teg um onkra uppgávu ella í meðan tú lurtar eftir ella hyggur at onkrum ávísum. Eisini verður fidget spinnarin nýttur til at minka um strongd og spenningar í gerandisdagnum, ella til støður har tú hevur tørv á at hava eitthvørt í hondini fyri at leiða tankarnar burtur frá onkrum, sum tú ikki vilt hugsa um. Hetta kann til dømis vera sigarettirnar, sum tú roynir at leggja á hillina.
Mikudagin í síðstu viku fekk Elding í Havn fleiri hundrað fidget spinners í handilin og eftir stutta tíð varð vøran útseld. Elding fekk eina nýggja sending seinnapartin í gjár, og vøran varð sett á hillarnar beinanvegin, greiðir Levi Winther, handilsstjóri í Elding, frá
-Tá klokkan varð 15.30 í gjár var long kø í handlinum, og øll vildu ogna sær ein av teimum fleiri hundrað fidget spinners, sum vit høvdu fingið. Hetta er ein stór dilla í øllum heiminum júst nú. Tað var ordiliga vilt í gjár, sigur hann, og leggur afturat, at Elding fær eina nýggja sending hósdagin.