Hendan útbúgvingin er ætlað til lærarar

– Men ynskja kommunurnar tað, so stendur útbúgvingin eisini námsfrøðingum í boði, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum

Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sendir herfyri ein §52a spurning til landsstýriskvinnuna í mentamálum, Rigmor Dam.

 

Spurningurin var viðvíkjandi námsfrøðiligari leiðsluútbúgving á diplom støði á Glasi, ið einans lærarar høvdu høvi at søkja inn á og ikki námsfrøðingar. Djóni Nolsøe Joensen vildi hví so var, at námsfrøðingar ikki kundu søkja og um ætlanin var at broyta tað í framtíðini.

 

Rigmor Dam sigur í svarinum, at hetta er ein møguleiki til lærarar, ið Mentamálaráðið hevur eftirspurt, sum ein liður í at menna námsfrøðiligu leiðsluna í skúlum. Mentamálaráðið hevur ábyrgd av skúlum og tað eru kommunur, ið varða av dagstovna økinum.

 

Rigmor Dam sigur, at hóast hetta, so er útbúgvingin eisini hóskandi fyri námsfrøðingar og um so er, at arbeiðsgevarar hjá dagstovnaleiðarum, tað eru kommunurnar, ynskja tað, so stendur útbúgvingin eisini námsfrøðingum í boði.