Hendan støðan kann ikki halda fram

Tað er bara Havnin sum er fullmannað við læknum í føstum starvi

- Tað gongst illa at fáa kommunulæknar at fara út á bygd at arbeiða.

Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin hevur spurt hana, hvussu ætlanin er at loysa trupulleikan við kommunulæknum í Føroyum.

 

Sirið Stenberg staðfestir, at av teimum níggju læknadømunum í Føroyum, er tað bara Havnin, sum er fullmannað við kommunulæknum í føstum starvi.

 

Men tá ið ein kommunulækni í onkrum av hinum læknadømunum fer frá, er at kalla ógjørligt at manna starvið aftur við einum kommunulækna í føstum starvi.

 

- Hesi størv verða tí mannað við skiftandi avloysarum, sum aloftast eru útlendingar, sigur hon

 

Síðani 2003 hevur tað borið til at útbúgva seg í Føroyum til kommunulækna og higartil hava 16 tikið serútbúgving sína, ella partar av henni, í Føroyum, og teir flestu av teimum arbeiða eisini í Føroyum.

 

- Í løtuni eru 13 læknar undir serútbúgving í Føroyum, og tann fyrsti av teimum verður liðugur í næstu viku, sigur landsstýriskvinnan.

 

Hon vísir á, at sær, at kommunulæknaskipanin er vorðin alsamt meira ótíðarhóskandi og nú stendur hon á einum vegamóti.

 

- Skipanin, sum er nú, kann ikki halda fram, og hendir onki munagott sum skjótast, er vandi fyri, at kommunulæknaskipanin fer fyri bakka.

 

Tí verður mælt til, at alt landið verður skipað í heilsuøki við hvør sínum heilsudepli, har dentur skal leggjast á at hava og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráðgeving, serliga til fólk við varandi sjúkum. Og har skal eisini dentur leggjast á at viðgera sjúklingar.

 

- Ætlanin er, at allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, skulu fara fram á heilsudeplum.

 

Heilsudeplarnir skulu mannast við kommunulæknum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsufrøðingum, kliniskum kostfrøðingum, apotekarum, sálarfrøðingum, ljósmøðrum og bioanalytikarum.

 

Sirið Stenberg sigur, at strembað verður eftir, at nýggja skipanin við heilsudeplum í heilsuøkjum kring landið kann verða sett í verk 1. januar 2018.