Hendan sendirøðin lokkar milliónir

House of Cards lokkar milliónir av brúkar til Netflix stroymingina. Sølan av haldum hevur fingið sera væl frá apríl til juni. Meira enn fýra milliónir brúkarar uttan fyri USA hava rindað fyri atgongd til sendirøðir og filmar seinastu tíðina, vísir roknskapurin hjá fyritøkuni.

 

Í tríggjar mánaðir hava nýggju sendirøðirnar 13 Reasons Why, og nýggjasta sesongin av House of Cards verið millum tær sendirøðir, sum hava verið mest sæddar á heimasíðuni. 

 

Eisini í USA hevur stroymingtænastan vaksið seg størri enn væntað. Tað eru komnir 1 milliónir nýggir brúkarar, í mun til tað væntaða, sum var 600.000. 

 

Í apríl náddi stroymingtænastan sín brúkara nummar 100.000.000 og brúkar árliga seks milliardir dollarar upp á at rinda fyri sendirøðir og filmar, sum kunnu fáa kundar til. 

 

/ritzau/Reuters