Hendan sangin syngja Hallur og Kristofferson

Í gjár kom countrylegendan Kris Kristofferson í studio í Nashville, har Hallur Joensen ger upptøkur til nýggja fløgu. Á fløguni verða duettir við kendar countrysangarar.

 

Eingin avtala var um, at Kris Kristofferson skuldi verða við, men hann hevði frætt um projektið, og í gjár kom hann á gátt at heilsa upp á Hall Joensen og hinar føroyingarnar, sum eru í Nashville.

 

Hallur og Kristofferson endaðu í studio, har teir sungu ein sang inn saman. Tað var ein gamal sangur hjá Kristofferson, sum teir trivu í. Sangurin kallast Nobody Wins og er ein av yndissangunum hjá Halli Joensen. Sangurin verður á komandi útgávuni hjá føroyska countrykonginum.

 

Niðanfyri ber til at hoyra sangin, sum hann ljóðar í einari aðrari útgávu hjá Kristofferson sjálvum.