Nú eru fimm luttakarar eftir í X Factor kappingini hjá DR. Ein av teimum er fuglfirðingurin Jógvan Joensen. Fríggjakvøldið verður enn ein kapping, og tá skulu luttakararnir minkast niður í fýra. Hesaferð spælir Danmarks Radio Bigband eisini undir hjá luttakarunum.
Jógvan Joensen skal hesa vikuna tulka sang hjá enska rockbólkinum Radiohead. Sangurin kallast Creep og var fyrsta staklagið hjá Radiohead. Fyrsta útgávan í 1992 gjørdist ikki nakað hitt, men tá ið bólkurin royndi seg við endurútgávu av sanginum árið eftir, gekk betur, og sangurin var á fleiri hitlistum kring heimin.
Hetta syngja luttakararnir fríggjakvøldið:
• Jógvan, 'Creep' hjá Radiohead
• Baraa Qadoura, 'Don't Let Go' hjá En Vogue
• Emilie Esther, 'Poker Face' hjá Lady Gaga
• Citybois, 'Earned It' hjá The Weeknd
• Ivarsson, Bang & Neumann, 'Yellow Flicker Beat' hjá Lorde










