Myndin av danska løgreglumanninum, sum setti seg niður á motorvegin at spæla við seks ára gomlu flóttagentuna, Noor Al-Saedi, fór um allan heimin. Noor Al-Saedi takkar nú løgreglumanninum.
Í síðstu viku blivu ein danskur løgreglumaður og ein irakisk genta víðagitin á sosialu miðlunum á internetinum, tí løgreglumaðurin setti seg niður á motorvegin og spældi við ta seks ára gomlu gentuna.
Svenska blaðið Aftonbladet hevur funnið gentuna, sum eitur Noor Al-Saedi. Hon er nú í Svøríki.
Hon er takksom fyri, at løgreglumaðurin vildi nýta tíð sína at spæla við hana, sigur hon við Aftonbladet.
– Hann var fittur. Eg vil fegin siga takk fyri, at hann spældi við meg, sigur Noor Al-Saedi við Aftonbladet.