Tað verður ofta sagt, at kvinnur, sum eru farnar um 40 ára aldur, hava lítlan kjans at standa seg í mótavinnuni, men tað eru sjálvandi undantøk.
Eitt av teimum mest imponerandi undantøkunum er Yazemeenah Rossi, sum varð fødd í Fraklandi og vaks upp á Korsika.
Hon er blivin 61 ára gomul, men arbeiðir framvegis sum modell – eisini fyri undirklæði og svimjiklæði.
Hon sigur The Telegraph, at hon er ongantíð á kur, men leggur seg eftir javnvág og disiplin í gerandisdegnum. Hon etur bert mat, sum er gjørdur í góðum rávørum frá grundini av, og hon nertir ikki frystan og tilgjørdan mat úr handlum.
Og so venur hon eisini hvønn dag, og tá brúkar hon mestu tíðina til yoga.