Í Stóra Bretlandi eru teir konservativu tinglimirnir í skrivandi stund savnaðir fyri at atkvøða um, hvør skal taka yvir sessin sum flokksformaður og forsætisráðharri eftir Boris Johnson.
Týsdagin vórðu átta politikarar góðkendir sum valevni til tunga sessin hjá Boris Johnson. Seinni í dag verður dreymurin sløktur hjá fleiri av valevnunum.
Sambært veljarakanning hjá Sky News, eitur favoritturin til formansessin fyri konservativa flokkin Penny Mordaunt.
Penny Mordaunt er 49 ára gomul. Í 2019 skrivaði hon søgu, tá hon bleiv fyrsti kvinnuligi verjumálaráðharrin í søguni hjá Stóra Bretlandi. Bert fáir mánaðar eftir at Boris Johnson kom til valdið, varð hon koyrd.
Í dag umsitur Penny Mordaunt eitt minni ráð í einum handilsmálaráði.
Tann 5 september verður tað kunngjørt, hvør fær lyklarnar til Downing Street 10.