Hemming Petersen 35 ár hjá SEV

1. mai hevði Hemming Petersen í Klaksvík arbeitt 35 ár hjá Sev sum linjumaður í Norðoyggjum

Hemming er føddur 2. juli í 1938 í Klaksvík, sonur Rakul, f. Joensen, av Húsum og Berint Petersen, vanliga nevndur Berint úr Svínoy. Áðrenn Hemming kom til SEV í 1968, arbeiddi hann í kolonialhandlinum hjá J.F. Kjølbro á Stongunum. Ein stórur partur av teirra virksemi var at proviantera skip, hetta var áðrenn fyritøkan fekk sína egnu heilsølu. Hemming er giftur við Sáru, f. Klein, úr Hattarvík, og tey eiga tríggjar synir og eina dóttur.