Talið á skúlum í Føroyum er minkað við eini helvt seinastu 60 árini, úr 94 skúlum í 1955 niður í 43 skúlar í 2015. Tað skrivar Skúlablaðið. Sama tíðarskeið er samlaða næmingatalið trífaldað.
Seinastu árini hava vit sæð, at fleiri skúlar hava lagt saman. Í 2013 løgdu Gøtu og Leirvíkar skúli saman, meðan í 2015 løgdu Kommunuskúlin og Venjingarskúlin í Havn saman. Frá 1. januar í ár eru seks skúlar í Sundalagnum vorðnir til ein skúla, nevniliga nýggja felagsskúlan á Oyrarbakka.
Skúlablaðið skrivar tó, at tað ikki eru samanleggingarnar, ið eru orsøkin til stóra fallið í talinum av skúlum. Heldur er talan um, at skúlar í útjaðaranum verða niðurlagdir, tí ov fá børn eru, sum kunnu nýta skúlan. Hetta sæst, sambært Skúlablaðnum, millum annað aftur í, at tað er talið á skúlum við undir 50 næmingum, ið er lækkað mest.
- Í skúlaárinum 2015/16 er samlaða talið á næmingum í fólkaskúlanum 6907, sum ganga í 43 fólkaskúlum kring landið umframt tveimun frískúlum. Næmingatalið er frá einum næmingi í minsta skúlanum til 791 næmingar í størsta skúlanum, skrivar Skúlablaðið.










