Helvtina færri á sjúkrahúsi

Hin 14. januar í ár lógu 163 koronu-sjúklingar á norskum sjúkrahúsum. Í dag er talið 80. Eisini í Danmark er talið av innleggingum minkandi.

 

 

Líkt er til, at koronu-støðan batnar í fleiri av londunum uttan um okkum. Hyggja vit eftir, hvussu gongdin er í Noregi, er talið av koronu-innleggingum minkað við meira enn einari helvt seinasta mánaðin. 

Í dag liggja 80 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu, og tað eru tvey færri enn í gjár. Fara vit aftur til hin 14. januar í ár, lógu tá 163 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu, og tað er soleiðis stívliga tvífalt so mong sum í dag.

Av teimum 80 fólkunum, sum í løtuni eru innløgd, liggja 24 á intensivari deild, harav 18 liggja í respiratori. Seinasta samdøgnið vóru 264 nýggir tilburðir við koronu staðfestir í Noregi, og talið av deyðum er higartil komið upp á 592.

Í gjár visti danska Heilsustýrið at siga, at tilsamans 478 nýggir koronu-tilburðir vóru kring um í Danmark seinasta samdøgnið, og tiknu royndirnar vóru 130.891.

Talið av koronu-sjúklingum á donskum sjúkrahúsum í gjár var 354, sum er 13 færri enn samdøgnið fyri. Samstundis er hetta lægsta tal av innleggingum í tveir mánaðir.